Our website is made possible by displaying online advertisements to our visitors.
Please consider supporting us by disabling your ad blocker.

Responsive image


Sunnudagur

Vika

Sunnudagur er ein vikudagur. Latín: "Solis dies" (føroyskt: "Dagur sólarinnar" enskt : "sunday". Í norrønt málið hevur dagurin eisini fingið heitið sítt frá sólini og er eitt avlop frá heidniskum - á norrønt : "sunnudagr" Ísl : "Sunnudagur" Da. : Søndag, í merkir "solens dag". Á føroyskum merkir tað "Dagur sólarinnar". Út frá hesum er tað lætt at staðfesta norrønt, sum eitt mál, ið er ættað úr latíni. Sunnudagur, sum nú á døgum er vikuligi kristni halgidagurin, hevur vanliga í krisindóminum verið roknaður sum fyrsti dagur í vikuni - eftir jødiskari hugsan, har leygardagur / sabbatur var 7. dagur í vikuni. Nú er vanligari at rokna vikuna at byrja við mánadegi (eftir ISO-standardi (ISO-8601), sum ásetir, hvussu dagfestingar eiga at vera gjørdar í telduforritum og handilssamskifti.

Sunnudagurin er hvíludagur og heilidagur í øllum kristnum londum. Tá verða fyriskipaðar gudstænastur í kirkjum og øðrum gudshúsum. Sunnumorgun ringja kirkjuklokkurnar, og tá ið ringt hevur triðja ferð, fara fólk í kirkju. Í gomlum døgum var tann siður, at konufólkini settu seg vinstrumegin (konufólkamegin) í kirkjuni, og mannfólkini høgrumegin (mannfólkamegin). Hetta varð seinni avlagt.


Previous Page Next Page






Амҽыша AB Тхьаумафэ ADY Sondag AF Sonntag ALS እሑድ AM Domingo AN Sunnandæg ANG एतबार ANP الأحد (يوم) Arabic ܚܕܒܫܒܐ ARC

Responsive image

Responsive image